Løgmaður Kaj Leo Johannesen bjóðaði vælkominFøroyar við til at styrkja fokus á havið á altjóða pallinum

 

“Føroyska tiltakið undir COP 15, sum Uttanríksráðið skipaði fyri, staðfesti, at Føroyar hava góðar møguleikar at styrkja okkara leiklut á altjóða pallinum, tá tað snýr seg um at seta havið í miðdepil.  Vit skulu halda fram við at gera okkara rødd galdandi í alheimshøpi og menna samstarv við onnur oyggja-  og strandarlond kring heimin.“ sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.
 
Undir heitinum Seas the Future: Enhancing North Atlantic and global partnerships in a changing climate,  við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum sum orðstýrari, setti føroyska tiltakið fokus á havið í veðurlagshøpi. Bogi Hansen, professari frá Havstovuni, helt eina framløgu um týdningin av norðuratlantshavinum í alheims veðurlagsskipanini.
 
Eitt umboð fyri fiskivinnumyndugleikar í Indonesia, Hendra Yusran Siry, greiddi frá arbeiðinum hjá Indonesia fyri at varpa ljós á havið í veðurlagssamráðingunum. Umboð frá FAO fiskivinnudeildini, Cassandra  de Young, greiddi frá um samstarvsætlanina PaCFA (Global Partnership on Climate, Fisheries, and Aquaculture), ið FAO samskipar. Endamálið við PaCFA er at styrkja samstarv millum lond og við vinnulívið til tess at gera fiskivinnu og aling betri før fyri at tillaga seg veðurlagsbroytingunum og menna umhvørvisvinarliga tøkni.
 
Íslendski umhvørvismálaráðharrin, Svandís Svavarsdóttir og norski vararáðharrin í fiskivinnumálum,  Vidar Ulriksen luttóku eisini á tiltakinum og førdu fram síni sjónarmið um týdningin av at tryggja burðardygga fiskivinnuumsiting og styrkja gransking og samstarv um havið.
 
Í sínari framløgu legði Annika Olsen millum annað dent á teir framtíðar møguleikar, ið havið sum orkukelda gevur okkum . Hon vísti á, at  gransking og menning á hesum øki eru væl áleiðis í Føroyum, og at arbeitt verður við at menna orkusparandi reiðskap og aðra tøkni í fiskivinnuni. Hon gjørdi greitt, at Føroyar ynskja at menna samstarv við onnur lond um hesar spennandi framtíðar møguleikar.
 
Bogi Hansen - professari, Hendra Yusran Siry - Indonesia, Cassandra de Young - FAO og Annika Olsen - landsstýriskvinna í umhvørvismálum
 
ST skrivstovan fyri veðurlagssáttmálan (UNFCCC) valdi at varpa føroyska tiltakið sum eitt sokallað ”webcast”. Tiltakið varð tó ikki sent beinleiðis orsakað av samráðingarfundum, ið ikki vóru á skránni frammanundan. Upptøkan frá tiltakinum kunnu síggjast her.
 
Framløgurnar kunnu lesast her:
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Eitt  ”Side Event” í ST høpi er eitt stutt tiltak á síðulinjuni undir einum størri fundi, har limalond og altjóða felagsskapir fáa høvi at varpa ljós á evni og spurningar, ið hava týdning fyri viðgerðina á ST fundinum. Ein røð av slíkum tiltøkum vóru hildin allar dagarnar undir samráðingunum í Bella Center frá 7. - 18. desember. Føroyska tiltakið var eitt av trimum formligum tiltøkum, ið Danmark hevur fingið at ráða yvir sum vertsland fyri COP 15. 
 
 
Tiltakið varð fyriskipað í samstarvi við Indonesia, Noreg, Norðurlendska Ráðharraráðið og FAO, matvøru- og landsbúnaðarstovnin hjá ST.
 
 
Eitt yvirlit yvir, hvørji "Side Events" vóru á COP15 kann síggjast her.