FELAGS TAK AT MINKA UM CO2-ÚTLÁTIÐ
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna

Veðurlagsráðstevnan COP15 í Keypmannahavn nærkast í stórum fetum. Skulu vit lúka krøvini, ið avloysarin fyri Kyoto-protokollina fer at seta fyri minking av CO2-útlátinum, eru krøvini til Føroyar gróthørð. Vit mugu minka okkara útlát við millum 30 og 40%. Hetta tí tað er vaksið við á leið 11% síðani 1990. 

 
Tí er alneyðugt sum skjótast at fáa lagt eina politiska langtíðarætlan, ið hevur breiða politiska undirtøku. Realistisk mál mugu setast, og avgerðir takast um, hvussu málini skulu røkkast – stuttskygt og langskygt. Neyvar strategiir eru púra avgerandi, skulu vit hava nakran møguleika at røkka málunum.
 
Ein slík langtíðarætlan eigur at innihalda:
- Mál fyri minking av CO2-útláti stuttskygt og fram til 2020
- Hvussu útlátið skal minkast á landi og í fiskivinnuni á sjógvi
- Hvørji ítøkilig átøk skulu setast í verk alt fyri eitt og hvørji komandi árini
- Nágreiniliga tíðarætlan fyri átøkini
- Hvussu átøkini verða knýtt at vinnumenning
- Hvørji búskaparátøk - tvs møguligar avgjalds- og stuðulsskipanir ætlanin er at fremja til tess at - minka um CO2-útlát
 
Stundin er komin at finna konsensus um, hvør rætta leiðin er at ganga. Nógv má leggjast fyri beinanvegin, skulu vit hava eina skjóta og dygdargóða menning av varandi orkukeldum.