NÝGGI SÁTTMÁLIN – BETRI FYRI BÆÐI UMHVØRVIÐ OG FØROYAR
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri
 
Landsstýrið virkar fyri, at Føroyar í egnum navni luttaka í samráðingartilgongdini um eina nýggja semju um at minka útlátið av veðurlagsgassum. Vit vilja, at tær treytir, ið koma at galda fyri okkum, skulu byggja á okkara egna mátt og megi.
 
Tá ið flestu lond heimsins fara at gera nýggja semju á veðurlagsráðstevnu Sameindu Tjóða í Keypmannahavn í desembur, skal eingin ivast í, at eisini Føroyar taka lut og, at vit sjálvi átaka okkum skyldur í hesum sambandi. Eisini vit føroyingar skulu binda okkum at minka um útlátið av veðurlagsgassum.
 
Tað er umráðandi at føroyska samfelagið kann liva við bindingini, og hon skal styrkja okkara búskaparliga og vinnuliga sjálvbjargni. Samstundis vísa vit ábyrgdarkenslu bæði úteftir og inneftir. Tað er eisini umráðandi, at vit eru heldur fremri í røðini at menna varandi orkukeldur og reinari tøkni, enn at koma aftaná, tá ið vit møguliga verða trýst at gera tað kortini.
 
Føroyska oljunýtslan í sjálvum sær er púra uttan týdning í einum heimshøpi, men vit eiga at vísa ábyrgd. Vit skulu ikki ofra okkara vælferð á einum veðurlagsaltari, men tað gevur góða meining – bæði politiskt og búskaparliga – at skerja okkara oljunýtslu. Í 2008 svaraði innflutningur Føroya av olju til umleið ein fjórðing av øllum okkara útflutningi.
 
Vit skulu tí hava áhugamál Føroya fremst í huga, tá ið vit luttaka í hesi tilgongd, og vit skulu gera eina skilagóða semju um, hvussu eisini vit føroyingar átaka okkum skyldur fyri at minka um okkara útlát.