Hvat er ST-veðurlagssáttmálin?
 
ST-veðurlagssáttmálin (UNFCCC - United Nations Framework Convention on Climate Change) varð gjørdur í Rio de Janeiro í 1992.
 
Málið við ST-veðurlagssáttmálanum er at fáa útlátið av vakstrarhúsgassum í eina fasta legu og á hendan hátt forða vandamiklum mannagjørdum broytingum í veðurlagnum. 
 
2. desember 1993 samtykti løgtingið, at ST-veðurlagssáttmálin skuldi setast í gildi fyri Føroyar. Hetta inniber m.a., at Føroyar árliga skulu lata ST hagtøl um útlátið av vakstrarhúsgassum. Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni síggjast hesi hagtøl.
 
Í dag hava 192 lond staðfest sáttmálan.
 
 
Sjálvur ST-veðurlagssáttmálin kann lesast á enskum her og á donskum her.