"Vit mugu minka okkara útlát við millum 30 og 40%."
"Tað eru tvær kreppur, ið hótta heimin í dag. Tann eina er fíggjarkreppan, og hin er veðurlagsbroytingarnar."
"Tað er umráðandi at føroyska samfelagið kann liva við bindingini, og hon skal styrkja okkara búskaparliga og vinnuliga sjálvbjargni."
"Tær mannaelvdu veðurlagsbroytingarnar í hesari øldini fara at hava ógvisligar avleiðingar fyri náttúru og fyri fólk."
"Alneyðugt er við nýggjum loysnum á orkuøkinum."
"Síðani kjakið tók seg upp um veðurlagsbroytingar, hava vit í fiskivinnuni sæð eina týðiliga minking av okkara útláti av CO2."
"Við miðvíst at satsa uppá gransking, menning og nýskapan á veðurlagsøkinum kunnu vit bæði minka CO2 útlátið og loysa aðrar samfelagsligar uppgávur."
"Vit hava ikki ráð at lata vera."
"Vit mugu reisast móti dálking av øllum slagi, tí hon máar grundarlagið undan tjóðum, sum troyta og tilvirka náttúrutilfeingi."
"Almennu Føroyar skulu slóða fyri við nýtslu av reinari umhvørvisvinarligari orku á sjógvi og landi."
"Málið hjá okkum má tí verða, at útlátið í 2020 er minkað eini 20-30%."
"Umhvørvið spyr ikki eftir, um útlátið kemur frá einum føroyingi ella einum kinverja."