"Alheims upphitingin er vísindaliga prógvað við kanningum, sum vísa, at miðalhitin í luft og sjógvi er øktur, at kavi og ísur bráðnar, og at miðalhæddin á sjóvarmálanum hækkar.”

 

Serfrøðinganevndin hjá ST á veðurlagsøkinum IPCC (Intergovernmental Panel on Climate Change), hevur staðfest, at broytingar í veðurlagnum, orsakað av mannagjørda útlátinum av vakstrarhúsgassum, er veruleiki. Verður útlátið ikki minkað munandi, gerast avleiðingarnar ógvisligar bæði fyri náttúru og menniskju.


IPCC hevur samstundis gjørt vart við, at framvegis er gjørligt at venda gongdini. Hetta krevur, at heimsins lond koma ásamt um eina framsókna altjóða veðurlagsavtalu, sum skal vera komin í gildi, tá verandi veðurlagsavtalan, Kyoto-frumskjalið, gongur út í 2012.

 

Útlátið verður ikki minkað eftir einum degi, tí er tað sera umráðandi, at ein langtíðarætlan verður gjørd, ið alt Føroya fólk stendur aftanfyri.

 

Uppskot til samtyktar um at skerja útlátið av verðurlagsgassum varð undirskrivað av øllum flokkum á tingi og varð endaliga samtykt 3. desember 2009. Samtyktin verður grundarlagið undir Veðurlagspolitikki Føroya.

 

Les um Veðurlagspolitikk Føroya