Føroyar við til at styrkja fokus á havið á altjóða pallinum
Á COP15 vóru Føroyar vertir fyri einum tiltaki um havið og veðurlagið.
Um tiltakið sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri:
“Føroyska tiltakið undir COP 15, sum Uttanríksráðið skipaði fyri, staðfesti, at Føroyar hava góðar møguleikar at styrkja okkara leiklut á altjóða pallinum, tá tað snýr seg um at seta havið í miðdepil. Vit skulu halda fram við at gera okkara rødd galdandi í alheimshøpi og menna samstarv við onnur oyggja- og strandarlond kring heimin.“
Her kanst tú lesa meira um tiltakið og lesa framløgurnar.
Her kanst tú síggja upptøku av tiltakinum.